Strangari reglur fyri fýrverk

Strangari reglur fyri fýrverk
Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum ætlar at gera nýggjar reglur fyri sølu av fýrverki og eisini at avmarka tíðarskeiðið, har tað er loyvt at skjóta fýrverk
Reglurnar fyri fýrverk verða nú herdar, sigur Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Mynd: Savnsmynd  
 
20.01.2023 - 12:17

Frameftir vera strangari reglur fyri fýrverk.

Tað sigur Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum við Sosialin í dag.

Ætlanin er at fáa nýggjar reglur um sølu av fýrverki og eisini at avmarka tíðarskeiðið, har ið tað er loyvt at skjóta fýrverk.

 

Einki um dálking og larm

Landsstýriskvinnan sigur við Sosialin, at í galdandi reglum um fýrverk stendur einki um dálking ella larm.

Samstundis eru krøvini í Føroyum um, hvussu fýrverk skal merkjast, ikki í samsvari við krøvini í londunum rundan um okkum.

Í løtuni er loyvt at skjóta fýrverk alt árið. Tað skal bara ikki vera til ampa fyri nakran.

Heldur ikki hetta er í samsvari við lóggávuna í grannalondunum, sigur Ingilín Didriksen Strøm.

Eisini hetta ætlar landsstýriskvinnan at broyta, so at tað bert verður loyvt at skjóta fýrverk í nakrar dagar rundan um nýggjársaftan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109