Lisa Marie Presley deyð

Lisa Marie Presley deyð
Hon var einkardóttir Elvis Presley
Lisa Marie Presley var 54 ár, nú hon doyði.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.01.2023 - 08:20

Lisa Marie Presley, einkardóttir Elvis Presley, sum eisini var sangari og sangskrivari, er deyð 54 ára gomul.

Tað upplýsir mamma hennara, Priscilla Presley, sambært The Guardian.

Sambært blaðnum varð Lisa Marie Presley við sjúkrabili í gjár í skundi løgd inn á sjúkrahús við einum møguligum hjartasteðgi.

- Tað er við tungum hjarta, at eg eri noydd at koma við hesum sorgartíðindum um, at mín vakra dóttir, Lisa Marie, er farin frá okkum, skrivar Priscilla Presley.

Lisa Marie Presley var fødd í Memphis, Tennessee, tann 1. februar 1968.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109