Fáa lønarhækking fyri dýra biðidag

Fáa lønarhækking fyri dýra biðidag
Danska stjórnin hevur sent uppskotið til hoyringar
Ane Halsbo-Jørgensen er ráðharri í arbeiðsmarknaðarmálum í Danmark.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.01.2023 - 09:17

Danska stjórnin ætlar, at dýri biðidagur, sum hevur verið hildin síðani 1686, verður tikin av næsta ár. Í hesum sambandi kunnu mánaðarlønt vænta lønarhækking upp á 0,45 prosent.

Hetta stendur í lógaruppskotinum, sum stjórnin hevur sent til hoyringar um dýra biðidag.

Sambært danska arbeiðsmálaráðharranum, Ane Halsboe-Jørgensen, er tað umráðandi fyri stjórnina, at lønin verður ein partur av uppskotinum. Tað sigur hon við danska kringvarpið.

- Fólk skulu hava løn fyri hendan arbeiðsdagin, og tað tryggja vit við hesi lógini, sigur hon.

Tað hevur annars verið stór mótstøða í Danmark at strika dýra biðidag sum halgidag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109