Teldutrupulleikar darva flogferðslu í USA

Teldutrupulleikar darva flogferðslu í USA
Tað tók hálvtannað samdøgur at umvæla trygdarskipanina NOTAM
Túsundtals fráferðir um alt USA í gjár vóru avlýstar, eftir at tøkniligir trupulleikar vóru staðfestir í sonevndu NOTAM-trygdarskipanini.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
12.01.2023 - 09:11

Flogferðslan í USA er framvegis darvað orsakað av teldutrupulleikum.

Túsundtals fráferðir um alt USA í gjár vóru avlýstar, eftir at tøkniligir trupulleikar vóru staðfestir í sonevndu NOTAM-trygdarskipanini.

Hvítu húsini siga, at eingi tekin eru um, at telduálop eru framd á skipanina, men hendingini skal kannast, skrivar AP.

Tað tók hálvtannað samdøgur at umvæla trygdarskipanina NOTAM. 

Brek var staðfest í eini dátufílu. Hetta er fyrstu ferð, at brek er í skipanini, skriva amerikanskir miðlar.

NOTAM er kunning um trygd, sum verður send flogskiparum og øðrum starvsfólkum um fleiri viðurskifti, millum annað um arbeiði á flogbreytini, stongd loftrúm og aðrar vandar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109