Einki revsivert í Samherja

Einki revsivert í Samherja
Ákæruvaldið gevst nú at kanna Samherja og leiðsluna í felagnum
Skattavaldið er komið til ta niðurstøðu, at Samherji hevur einki revsivert gjørt.
 
12.01.2023 - 08:31

Skattavaldið í Íslandi er nú liðugt at kanna raksturin hjá Samherja og dótturfeløgunum hjá felagnum frá 2012 til 2018.

Farið var gjølla til verka, verður sagt, og niðurstøðan er, at einki revsivert er gjørt.

Samherji hevur gjørt semju um at rinda 230 milliónir, 11 milliónir í okkara peningi, umframt rentur í írestandi skatti og í sekt.

Samstundis heldur ákæruvaldið uppat at kanna Samherja og leiðsluna í felagnum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109