
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semja skal vera millum allar partar í ferðavinnuni

Málið er, at Føroyar verða fyrsta land í heiminum, sum skipar eina ferðavinnu, ið er bygd á semju millum allar partar í vinnuni.
Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnu- og uttanríkismálum. Hann ásannar, at uppgávan verður ikki løtt at loysa.
Høgni Hoydal setti í morgun verkstovuna hjá Visit Faroe Islands í Norðurlandahúsinum, har fólk úr øllum landinum vóru boðin at siga sína hugsan um, hvussu ferðavinnan skal mennast.
Høgni Hoydal umsitur nú ferðavinnumál í landsstýrinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Landsstýrismaðurin sigur, at tað at samansjóða ymisku sjónarmiðini, er lykilin at skipa eina góða ferðavinnu.
Nýggja samgongan staðfestir í samgonguskjalinum, at rætturin hjá føroyingum til ókeypis at ferðast í náttúruni skal tryggjast.
Einki verður nevnt um, hvussu verður við atgongdini hjá útlendingum, og enn er landsstýrismaðurin ikki til reiðar at kunngera nakra loysn, men hann sigur, at ein loysnin skal finnast í semju við jarðareigararnar.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: