Marianna hjálpir óynsktum børnum í Afrika

Marianna hjálpir óynsktum børnum í Afrika
- Eg royni bara at vera ein systir, sum kann hjálpa og spæla, sigur Marianna Holm Jacobsen, ið starvast á einum barnaheimi í Sambia
 
11.01.2023 - 13:26

Júst nú spæla nógv børn í Sambia ymisk bóltspøl við bóltum frá Fótbóltssambandinum. Og hesi børnini eru í grønum Kyndils-troyggjum og hvítum og svørtum B36-klæðum.

 

 

Tað er Marianna Holm Jacobsen úr Hoyvík, sum hevur havt hesi klæðini og bóltarnar úr Føroyum og allan vegin til Sambia, sum er eitt ríki í Eysturafrika.

Hetta er triðja ferðin, at Marianna er á einum barnaheimi í Sambia. Hesa ferð skal hon arbeiða á barnaheiminum allan januar.

 

 

Nógvar av lagnunum á barnaheiminum eru syrgiligar.

- Her eru børn, sum so ella so eru óynskt av foreldrunum og familjuni annars. Tað hugsi eg sjálvandi um, men eg royni bara at vera um tey, hjálpa og spæla við tey, sigur Marianna Holm Jacobsen.

 

1573570

 

Í morgunsendingini fortelur hon um gerandisdagin í Sambia og umstøðurnar á barnaheiminum.

 

Sambia

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109