Fyrrverandi grikski kongurin deyður

Fyrrverandi grikski kongurin deyður
Konstantin annar giftist í 1964 Onnu Mariu prinsessu í Danmark
Fyrrverandi grikski kongurin, Konstantin annar, var 82 ár, nú hann doyði.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
11.01.2023 - 08:57

Fyrrverandi kongurin í Grikkalandi, Konstantin annar, er deyður, 82 ára gamal. Hann var kongur í Grikkalandi frá 6.mars í 1964, til kongshúsið var tikið av 1. juni 1973. Konstantin var útbúgvin heryvirmaður og las løgfrøði á lærda háskúlanum í Athen. 

Hann var einkarsonur Paul kong og Fredriku drotning. Hann var systkinabarn hertogan av Edinburg, Philip prins, sum giftist Elizabeth drotning av Bretlandi.

Í 1964 giftist Konstantin donsku Onnu Mariu prinsessu. Tey fingu tvær døtur og tríggjar synir. Elsti sonurin Paul, hertogi av Sparta, føddur í 1967, hevði skulað tikið við trúnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109