Frakland ætlar at hækka pensjónsaldurin

Frakland ætlar at hækka pensjónsaldurin
Nýggja meiningakanning vísir, at 80 prosent av teimum spurdu eru ímóti at hækka aldurin
Elisabeth Borne er forsætisráðharri í Fraklandi. Hon er fyri hørðum atfinningum, nú ætlanin er at hækka pensjónsaldurin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
11.01.2023 - 10:57

Franska stjórnin hevur skotið upp at hækka lægsta pensjónsaldur úr 62 upp í 64 ár frá 2030. 

Uppskotið hevur longu fingið fakfelagsrørsluna at boða frá nýggjum verkføllum 19. januar.

Elisabeth Borne, forsætisráðharri, sigur, at nýskipanin er neyðug til tess at forða fyri, at pensjónsskipanin hevur hall.

Hon sigur, at aldurin hækkar í stigum, og at hon veit, at nýskipanin fer at elva til stúran og nógvar spurningar.

 

Vallyfti

Pensjónsnýskipan var eitt av vallyftunum hjá Emmanuel Macron, forseta, tá ið hann var valdur í 2017. 

Hann verður av sínum egnu skuldsettur fyri, at hesar ætlanir vóru høvuðsorsøkin til, at flokkurin hjá honum misti meirlutan í tjóðartinginum á valinum í fjør.

Nýggj veljarakanning vísir, at 80 prosent eru ímóti at hækka pensjónsaldurin, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109