![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/trolari.jpg?itok=xmRIoghk)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skipararnir og manningin eru avhoyrd
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/gronlendsku_trolari.jpg?itok=jcMU6dvD)
Grønlendska løgreglan hevur avhoyrt skipararnar og manningina á teimum báðum grønlendsku trolarunum, sum stoyttu saman nakað sunnan fyri Maniitsoq leygardagin.
Eingin av manningini fekk skaða.
Fleiri av yvirmonnunum á báðum trolarum eru føroyingar - millum annað báðir skipararnir. Skipari á Akamalik var Tórbjørn Joensen og skipari á Polar Nataarnaq var Jens jacobsen.
Eisini hevur løgreglan hugt eftir skaðanum, sum trolararnir hava fingið.
Akamalik hevur fingið hol á bógvin. (Mynd: Sermitsiaq)
Kláraðu at sigla sjálvir
Skaðarnir eru rættiliga stórir, tó at báðir trolararnir kláraðu sjálvir at sigla til Nuuk.
Gronin á Polar Nataarnaq hevur fingið skaða, og Akamalik, sum Royal Greenland eigur, hevur fingið rættiliga umfatandi skaða, har sum gronin hjá hinum trolaranum tók. Fýra kømur eru sambært rakstrarstjóranum hjá Royal Greenland oyðiløgd.
Grønlendska løgreglan sigur við Sermitsiaq, at hon ikki í løtuni hevur hug at gera nakrar viðmerkingar um hvat er hent og hví.
Sjóvinnustýrið uppí
Tá løgreglan er liðug við sínar kanningar, verður málið møguliga latið sjóvinnustýrinum, sum so millum annað skal kanna um skaðarnir samsvara við tað, sum manningin hevur greitt løgregluni frá. Tað kann eisini vera, at sjóvinnustýrið ikki kemur upp í leikin, um tað verður staðfest at eingin vandi var fyri, at trolararnir sukku og at eingin mansskaði var. Tá er talan um ein tryggingarspurning, um báðir partarnir eru samdir um tað.