Lula: Talan var um kvettroynd

Lula: Talan var um kvettroynd
Brasilski forsetin sigur, at fyrrverandi forsetin, Bolsonaro, eggjaði til álopið á tjóðartingið, men hesum vísir Bolsonaro aftur
Mótmælisfólkini lupu m.a. á tjóðartingið og forsetaborgina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.01.2023 - 10:09

Nýggi forsetin í Brasil, Lula, sigur, at tey, sum lupu á tjóðartingsbygningin í høvuðsstaðnum Brasilia, verða drigin til svars fyri "kvettroyndina," sum hann málber seg.

Forsetin var staddur í Sao Paulo, tá viðhaldsfólk hjá fyrrverandi forsetanum, Jair Bolsonaro, lupu á. 

Lula sigur, at Bolsonaro hevur ábyrgdina av atsóknini. 

- Tit vita, at fyrrverandi forsetin í fleiri røðum hevur mælt til at gera hetta. Og hann hevur eisini ábyrgdina av hesum saman við teimum, stum styðja hann, sigur Lula.

 

Í minsta lagi 300 fólk eru handtikin. (Ritzau Scanpix)

 

Vísir skuldsetingunum aftur

Jair Bolsonaro vísir aftur, at hann hevur eggjað til at leypa á tjóðartingsbygningin.

- Friðarligar mótmælisgongur eru partur av fólkaræðinum, men tað er ikki tað sama sum at ræna og leypa á almennar bygningar, soleiðis sum vinstravongurin gjørdi í 2013 og 2017, sigur Bolsonaro.

Løgreglan sigur, at í minsta lagi 300 fólk eru tikin.

 

Fleiri hundrað fólk vóru við í mótmælisgonguni, sum endaði við atsóknini at tjóðartinginum. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Sí videobrot frá AP-tíðindastovuni her:

 

Brasil_og_atsokn

 

Yvirgangur

Tíðindamaðurin hjá danska kringvarpinum, Kristian Almblad, sigur, at nú valdar friður aftur í brasilska høvuðsstaðnum. Hann sigur, at tosað verður um, at onkur verður skuldsettur fyri yvirgang, tí álopið er álvarsamt. 

- Lopið var á kongressina, hægstarætt og forsetaborgina, og tað eru týdningarmestu stovnar í brasilska fólkaræðinum, sigur Kristian Almblad.

 

Væl mannað løgreglulið róku mótmælisfólkini burtur, og nú verður tosað um, at onkur verður skuldsettur fyri yvirgang.(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Umheimurin fordømir

Umheimurin fordømir álopið á brasilska tjóðartingið. Tað minnir um álopið á amerikansku kongressina fyri tveimum árum síðani, og amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur eisini fordømt atsóknina.

Hann gevur Lula sín fulla stuðul.

Eisini ST-aðalskrivarin, António Guterres, hevur fordømt álopið á brasilska tingið. 

- Brasilia er ein stórfingin, demokratisk tjóð, skrivar Guterres á Twitter, 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477