USA: 15 valumfør skuldu til

USA: 15 valumfør skuldu til
Republikanarin, Kevin McCarthy, er nýggjur formaður í amerikanska umboðsmannatinginum.
 
07.01.2023 - 12:12

Men tað var tungt hoyggj at draga hjá honum, tí ikki fyrr enn í fimtanda valumfarinum fekk hann nóg stóran stuðul frá sínum egnu floksfeløgum.

Tað skrivar AP-tíðindastovan.

Tað vóru tey á ytsta høgravonginum í republikanska flokkinum, ið ikki vildu vita av Kevin McCarthy.

Men spakuliga blotnaðu tey, og eftir fjúrtanda valumfarið restaði bara ein atkvøða í, men hana fekk hann so til endans og varð valdur beint eftir midnátt, lokala tíð.

Hetta er fyrstu ferð í 164 ár, at valið av formanni til amerikanska umboðsmannatingið hevur drigið so leingi út.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463