Grønland gevst at koppseta

Grønland gevst at koppseta
Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, sigur, at tá ið koppingarskamtirnir eru uppi, verða nýggir ikki keyptir aftur í hesum umfarinum.
Mynd: Ane-Marie Petersen/KNR  
 
07.01.2023 - 14:00

Í Grønlandi gevst heilsuverkið har nú við at koppseta fólk fyri Covid-19.

Tað skrivar heimasíðan hjá grønlendska kringvarpinum, KNR.

Miðskeiðis í januar verður hildið uppat við at koppseta, um fólk ikki hava heilt serligt brúk fyri at verða koppsett.

Í farna mánaði var korona javnsett við vanligt beinkrím, og samstundis vórðu tey seinastu koronutilmælini sett úr gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109