Neyvari upplýsingar um veður í Arktis

Neyvari upplýsingar um veður í Arktis
Ein nýggjur, danskur fylgisveinur verður sendur i ringrás, og tá verður munandi lættari at senda boð við Grønland og har á leið
Skip hjá Royal Arctic Line fara at gera royndir saman við DMI um nýggju veðurskipanina.
Mynd: Sermitsiaq  
 
06.01.2023 - 15:01

Miðalstór og smærri skip, sum sigla við Grønland ella aðrastaðni í Arktis, fara í framtíðini at fáa betri upplýsingar um veðurviðurskifti.

Í løtuni er torført hjá teimum skipum, sum ikki hava stórar og dýrar tøkniligar fylgjusveinaskipanir, at fáa dagførdar upplýsingar um veður og ís, tá tey sigla við Arktis.

Orsøkin er, at flestu fylgisveinar, sum ferðast kring jørðina, ferðast við ekvator, og tí røkka boðini ikki so væl Arktis.

Men sambært Sermitsiaq, skal ein nýggjur danskur fylgisveinur, sum var skotin upp við Space X-rakettini týsdagin, í eina ringrás, sum fer at hava við sær, at tað verður munandi lættari at senda boð við Grønland og har á leið. 

 

Royndir saman við RAL

Danski veðurstovnurin, DMI, hevur gjørt avtalu við felagið Sternula í Aalborg, sum eigur fylgisveinin, um at veðurvánir og veðurupplýsingar skulu kunna sendast út yvir Arktis við nýggja fylgisveininum.

Jacob L. Høyer frá DMI sigur, at danski veðurstovnurin longu hevur fingið samband við nýggja fylgisveinin, og næstu seks mánaðirnar verður ein veðurskipan roynd saman við Royal Arctic Line.

- Ein slík skipan, har upplýsingar um veður- og ísviðurskifti eru meira álítandi, fer at gera, at trygdin í økinum verður nógv størri, sigur Jacob L. Høyer við Sermitsiaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463