Jarnbreytarverkfall í Bretlandi

Jarnbreytarverkfall í Bretlandi
Næstu dagarnar verður annaðhvørt avmarkað ella ongin tokferðsla
Næstu dagarnar verður lítil og eingin tokferðsla í Bretlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.01.2023 - 15:06

Í dag er jarnbreytarverkfall byrjað í Bretlandi. Teir fimm dagarnar, sum verkfallið eftir ætlan skal vara, verður annaðhvørt avmarkað ella eingin tokferðsla.

Bert 20 prosent av tokunum fara at koyra, og tey koyra bert ímillum hálvgum átta um morgunin og hálvgum sjey um kvøldið, skrivar The Guardian.

Limirnir í fakfelagnum RMT hava lagt arbeiðið niður fleiri ferðir í desember í eini roynd at fáa betri løn og arbeiðstreytir sum heild.

Stórur partur av tokferðsluni í Wales, Skotlandi og í økjum í Bretlandi, har ikki so nógv fólk búgva, verður nærum steðgað.

Á størri leiðum, sum verða nógv brúktar, fara tok at koyra eina ferð um tíman.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109