Ferðafólk úr Kina kannast betur enn onnur

Ferðafólk úr Kina kannast betur enn onnur
Ein avmarking verður helst, at ferðafólk skulu hava negativa koronuroynd, áðrenn tey sleppa inn í Svøríki
Kina linkaði fyri kortum sínar koronureglur, og nú hava nógv fólk fingið koronu.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.01.2023 - 08:38

Fólk við kinesiskum passi skulu kanska kannast betur enn onnur, tá tey koma til Svøríkis, skrivar DR.

Svenska stjórnarskrivstovan sigur, at gjørt verður klárt til ferðaavmarkingar fyri fólk, sum koma úr Kina.

Ein avmarking verður helst, at ferðafólk skulu hava negativa koronuroynd, áðrenn tey sleppa inn í Svøríki.

Kina linkaði fyri kortum sínar koronureglur, og nú hava nógv fólk fingið koronu.

Fleiri lond hava longu sett avmarkandi tiltøk í verk ímóti ferðandi úr Kina, millum annað Bretland, Frakland, Spania og Italia, skrivar DR. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109