Noyðast at avmarka flogferðsluna á Svalbard

Noyðast at avmarka flogferðsluna á Svalbard
Í fjør vóru tvífalt so nógv charterflogfør á flogvøllinum í Longyearbýnum sum í 2019
Floghavnin á Svalbard er lítil, og nú verða bara seks flogfør avgreidd um dagin.
Mynd: NRK  
 
02.01.2023 - 10:31

Flogferðslan til og frá Svalbard er vaksin so nógv seinastu árini, at myndugleikarnir nú kenna seg noyddar at seta avmarkingar á ferðsluna.

Tað eru serliga tey sonevndu charter-flogførini - leigutúrar - sum eru vorðin fleiri í tali á Svalbard, og sum geva floghavnini avbjóðingar. Í 2022 vóru tvífalt so nógv charterflogfør á flogvøllinum í Longyearbýnum sum í 2019.

Tað er serliga í sambandi við tey mongu cruise-skipini, sum koma til Svalbard, at charterflogferðslan eisini veksur, skrivar NRK.

Flogvøllurin í Longyearbýnum er lítil, og tí er nú avmarking sett á, so bert seks flogfør kunnu koma til ella fara úr Longyearbýnum um dagin. Tá ferðslan var upp á tað mesta í fjør, fóru átta flogfør um flogvøllin um dagin.

Ongar ætlanir eru um at útbyggja flogvøllin á Svalbard, skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109