- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lise Nørgaard er deyð
Lise Nørgaard er deyð
Hon er serliga kend fyri at hava skrivað handritið til sjónvarpsrøðina "Matador"

Lise Nørgaard var 105 ára gomul, nú hon doyði.
Mynd: Ritzau Scanpix
02.01.2023 - 08:48
Danski journalisturin og rithøvundurin Lise Nørgaard er deyð. Hon bleiv 105 ár.
Lise Nørgaard, sum andaðist í gjárkvøldið, er serliga kend fyri at hava skrivað handritið til sjónvarpsrøðina "Matador".
Í 1992 og 1993 gav hon út sjálvævisøgurnar "Kun en pige" og "De sendte en dame". Í bókunum lýsti hon millum annað síni barnaár í Roskilde og lærutíðina sum journalistur á Roskilde Dagblad. Í 1995 bleiv "Kun en pige" eisini gjørd til film.
Lise Nørgaard hevur fingið fleiri heiðurslønir, og í 1994 gjørdist hon riddari av Dannebrog. Í heimbýnum Roskilde er eisini ein bronsustandmynd gjørd av henni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV