Grønland: Ov nógv doyggja fyri egnari hond

Grønland: Ov nógv doyggja fyri egnari hond
Landsstýrisformaðurin sigur, at størsta avbjóðingin er tey nógvu sjálvmorðini
Mute B. Egede, landsstýrisformaður, helt nýggjársrøðu í gjár.
Mynd: KNR  
 
02.01.2023 - 10:46

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Mute B. Egede, segði í síni nýggjársrøðu til grønlendska fólkið, at talið av sjálvmorðum í Grønlandi má minka sum skjótast.

"Størsta avbjóðingin hjá okkara landi er uttan iva tey alt ov mongu sjálvmorðini," segði Mute B. Egede í nýggjársrøðuni.

Hann segði, at hóast sjálvmorð er ein risastór avbjóðing, so vónar hann, at tað ber til at broyta hetta, millum annað við at lurta meira eftir teimum ungu og teirra ynskjum um broytingar.

"Vit skulu saman broyta hetta radikalt, tí vit hava longu mist alt ov nógv lív. Vit hava brúk fyri øllum. Tú skal eisini minnast til, at vit hava brúk fyri tær. Lat okkum stuðla hvørjum øðrum, tí tað er, tá vit standa saman, at vit standa sterkari og kunnu røkka longur," segði Mute B. Egede, sum í røðuni eisini takkaði starvsfólkunum í grønlendska heilsuverkinum, sum arbeiða nátt og dag undir truplum arbeiðsumstøðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109