- Tíðindi, mentan og ítróttur
Teistin siglir ikki fyribils

Strandferðslan boðar í morgun frá, at tekniskir trupulleikar eru við Teistanum. Ein talva - ein transformari, er smeltað, og tí er ikki ráðiligt at sigla.
Hetta hendi á fyrsta túrinum hjá Teistanum í morgun. Hetta hevur við sær avlýsingar á farleiðunum hjá Teistanum til Hest og til Skopunar.
Kunnað verður um, nær sigligin byrjar aftur, og tí er hent hjá ferðafólki at halda seg kunnaðan á heimasíðuni hjá SSL.
Samstundar boðar Strandferðslan frá, at arbeitt verður við at fáa loyst trupulleikan, soleiðis at Teistin aftur kann fara í sigling.
Hitt skipið á sandoyarleiðini Hasfjord liggur í Skopun, men manningin skuldi koma við Teistanum til Skopunar í morgun.
Tað er ikki greitt, nær Teistin fer í sigling aftur.