Vilja gera fleiri búsetingar í Palestina

Vilja gera fleiri búsetingar í Palestina
Nýggja høgrastjórnin hjá Benjamin Netanyahu í Ísrael hevur sum fyrsta mál at gera fleiri búsetingar í hersettu palestinsku økjunum.
Sambært viðmerkjarum, er nýggja stjórnin hjá Benjamin Netanyahu víðgongdasta stjórn í søgu Ísraels. Stjórnin verður tikin í eið í dag.
 
29.12.2022 - 08:41

Norski uttanríkisráðharrin Anniken Huitfeldt finst hvassliga at nýggju stjórnini í Ísrael, sum Benjamin Netanyahu stjórnar. Serliga finst hon at ætlanunum hjá stjórnini um at gera fleiri búsetingar í palestinsku økjunum.

Norski uttanríkisráðharrin sigur, at Noreg fer ikki at góðtaka ólógligu búsetngarnar.

- Um nýggja stjórnin í Ísrael ger fleiri búsetingar, er tað eitt stig nærri eini støðu á áarbakkanum, har talan í veruleikanum verður um ein stat og um vantandi sjálvsavgerðarrætt, demokrati og rættindi fyri palestinar, sigur Huitfeldt sambært NTB.

Huitfeldt sigur, at ætlaninar hjá Benjamin Netanyahu um at gera fleiri búsetingar máa støðið undan eini heildarloysn við tveimum statum og forðar fyri friði. 

Hon sigur, at Netanyahu tekur eitt stig nærri at máa stigið undan einum palestinskum stati, skrivar NTB.

Nýggja stjórnin verður í dag tikin í eið. 

Sambært viðmerkjarum, er hetta víðgongdasta stjórn í søgu Ísraels. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109