ST-trygdarráðið heitir á Taliban

ST-trygdarráðið heitir á Taliban
ST-trygdarráðið heitti í gjár á Taliban um geva kvinnum og gentum fullan javnrætt og innihaldsríka luttøku í samfelagnum
 
28.12.2022 - 07:37

Í síðstu viku bannaði Taliban kvinnum at fara undir lestur, og leygardagin bannaði stýrið kvinnum at arbeiða fyri altjóða hjálparfelagsskapir. ST-Trygdarráðið sigur, at tað fordømir forboðið og, at tað hevur stóra og avgerðandi ávirkan á hjálparfelagsskapirnar.

Flóttafólkahjálpin, Barnabati, Care og Altjóða Bjargingarnevndin  boðaðu sunnudagin frá, at tey steðga arbeiði sínum í landinum sum avleiðing av banninum. Mánadagin boðaði felagsskapurin Christian Aid og Action Aid frá, at tey eisini gevast við sínum virksemi í Afganistan.

Milliónir av afganum eru sostatt í vanda fyri at missa atgongdina til at fáa mat, heilsurøkt, útbúgving og aðrar týdningarmiklar tænastur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109