Noreg farið úr ST-trygdarráðnum

Noreg farið úr ST-trygdarráðnum
Noreg endar nú síni tvey ár í ST-trygdarráðnum, har norsk hava sitið undir liðini á sendifólkum úr Russlandi, meðan stórveldið hevur fyrireikað og gjørt innrás í Ukraina
 
27.12.2022 - 09:10

Innrásin er greitt brot á ST-sáttmálan, sum eisini Russland skal fylgja í Trygdarráðnum.

- ST er gott dømi um, at vit mugu hátta okkum til heimin, soleiðis sum hann er, og ikki soleiðis sum vit vildu ynskt at hann er. Men vit høvdu ikki skipað ST við sýtingarrætti, um vit høvdu skipað ST í dag, sigur norski uttanríkisráðharrin Anniken Huitfeldt í samrøðu við journalistar jólaaftan um tíðina hjá Noregi í "heimsins týdningarmesta høli", - salurin hjá trygdarráðnum í ST-høvuðsborgini í New York.

Sama morgun, sum samrøðan var gjørd, skeyt Russland fleiri rakettir móti ukrainskum býum og oyðilegði streym- og vatnveitingar. Enn eitt krígsbrotsverk uttan at ST setur tiltøk í verk móti Russlandi. Trygdarráðið hevur tosað um Ukraina fleiri ferðir. 

- Vit hava kent serliga ábyrgd fyri at seta spurningin um Ukraina á skránna, hóast vit ikki kunnu orða eina niðurstøðu, tí Russland hevur sýtingarrætt, sigur norski uttanríkisráðharrin Anniken Huitfeldt við NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109