- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldur í søguligari kirkju í Finnlandi
Eldur í søguligari kirkju í Finnlandi
Ein søgulig kirkja úr timbri í Rautjärvi í Finnlandi er brunnin í grund. Roynt var at stongja kirkjuhurðarnar uttanífrá, tá ið eldurin kynknaði jólamorgun
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/eldur_i_kirkju.png?itok=9wnplUyL)
Mynd: Scanpix
27.12.2022 - 09:16
Fleiri brestir hoyrdust stutt fyri at eldur kyknaði undir gudstænastuni jóladag. 30 fólk vóru í kirkjuni, tá ið tað fór at loga nærindis høvuðsdyrnum, skrivar finskir miðlar. Øll sluppu út og eingin fekk skaða.
Sama dag var eitt fólk funnið deytt í einum niðurbrendum húsum skamt frá kirkjuni. Løgreglan váttar, at møguligt samband millum eldsbrunarnar verður kannað.
Mika Salminen hjá finsku løgregluni, sigur, at kirkjuhurðarnar vóru bundnar sama við bandi uttanífrá.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV