Taliban fer at seta bann fyri, at kvinnur arbeiða í hjálparfelagsskapum

Taliban fer at seta bann fyri, at kvinnur arbeiða í hjálparfelagsskapum
Taliban krevur samstundis, at allar lokalar og eisini útlendskar kvinnur gevst at arbeiða fyri óalmennar hjálparfelagsskapir
Mynd: Scanpix  
 
25.12.2022 - 17:48

Tað sæst í brævi frá fíggjarmálaráðnum í Afganistan, sambært Reuters. Ein talsmaður í búskaparmálaráðnum, Abdulrahman Habib, váttar brævið.

Tað er ikki greitt, um reglurnar eisini fevna um kvinnur, sum arbeiða fyri ST í Afganistan. Men longu nú hava tríggir útlendskir hjálparfelagsskapir boðað frá, at teir gevast við hjálpararbeiði sínum í Afganistan.

Aðalskrivarin í altjóða flóttafólkahjálpini, norðmaðurin Jan Egeland, sigur við NRK, at virksemið steðgar alt fyri eitt. - Vit fara í staðin undir tingingar við Taliban um at fáa javnstøðu fyri kvinnur og menn, so tey kunnu arbeiða aftur. Vit fara ikki úr landinum, sigur Jan Egeland.

Felagsskapurin hevur 470 kvinnur í landinum. 

- Vit eru fullkomiliga bundin av hesum kvinnum fyri at fáa hjálp út til kvinnur og børn. Afganistan er í djúpari og akuttari kreppu. Fleiri milliónir fólk eru á markinum til at líða hungur, og fleiri milliónir liva í býtandi kulda. Støðan her eru sera ring, sigur Jan Egeland við NRK.

Brot á klædnareglur

Ein talsmaður fyri afganska fíggjarmálaráðið sigur, at kvinnurnar sleppa fyribils ikki at arbeiða, tí nakrar teirra hava verið ílatnar í stríð við tulkingina hjá Taliban av klædnareglunum fyri kvinnum.

Eftir at Taliban í fjør summar tók við valdinum í Afganistan, hevur stýrið gjørt tað truplari hjá gentum at ganga í ungdóms- og miðnámsskúla. Nú sleppa tær einans at ganga í skúla til og við sætta flokk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109