Fyrrverandi fiskimálaráðharrin í Namibia vil latast leysur

Fyrrverandi fiskimálaráðharrin í Namibia vil latast leysur
Fyrrverandi fiskimálaráðharrin Bernhardt Esau sigur, at hann fer at avdúka nakað stórt, tá ið umsókn sín um at verða latin leysur móti veðhaldi verður viðgjørd í februar
Bernhardt Esau stendur í miðjuni
Mynd: The Namibian  
 
24.12.2022 - 14:26

Esau hevur sitið varðhaldsfongslaður í trý ár fyri mutur og svik. Hann er ein av teimum ákærdu í málinum um mutur og svik við fiskiloyvum, sum íslendska felagið Samherji skal hava fingið, tá ið felagið hevði virksemi í Namibia.

Esau hevur søkt um at vera leyslatin til málið kemur fyri. Dómarin avgjørdi mikudagin at útseta viðgerðina av málinum til 27. februar, skrivar íslendska kringvarpið RÚV.

Okkurt gruggut

Esau sigur, at hann hevur einki at óttast í hesum málinum, tí prógvini tala fyri seg. Hann endurtók í rættinum mikudagin, at hann einki hevði við tilluting av fiskikvotum, - hann hevði bara fingið viðmerkingar til uppskot til kvotur til góðkenningar ella um at játta ella sýta umsóknum um kvotu.

Hann hevði heldur ikki hava sæð nakað bræv, har kvotur vóru játtaðar ávísum feløgum. Hann segði, at hann visti, at okkurt gruggut var í hesum,  og tá hann las, hvør hevði fingið tillutað kvotur, visti hann tað.

Navn hansara var nýtt uttan at hann visti av tí, og hann vil tí síggja prógv fyri, at hann sjálvur hevur skrivað undir útlutingina.

Trý ár í varðhaldi

Kanningar í málinum hava seinastu árini verið í málinum bæði í Namibia og Íslandi. Esau og onnur hava sitið í varðhaldi í fleiri ár. Í Íslandi eru fleiri leiðarar og starvsfólk í Samherja undir skuldsett í málinum, og kanningarnar eru um at vera lidnar.

Myndugleikarnir í Nambia og Íslandi samstarva undir kanningararbeiðnum.

Tað var í november 2019 at íslendska kringvarpið bar tíðindini um skuldsetingarnar móti Samherja, embætisfólkum í Namibia og fólkum við tilknýti til hesi. Tey eru skuldsett fyri mutur og svik, men øll nokta seg sekan, skrivar RUV.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109