Almenn tøl og loynilig tøl um koronustøðuna í Kina

Almenn tøl og loynilig tøl um koronustøðuna í Kina
Í Kina spjaðir koronusmittan seg skjótt í hesum døgum. Tað skrivar CNN, sum hevur tíðindini frá skjølum hjá kinesisku myndugleikunum, hagani skjøl eru likin
 
24.12.2022 - 14:33

Umleið 250 milliónir fólk eru, sambært skjølunum, smittað fyrstu 20 dagarnar í desember, og er talið er rætt, so er talan um størsta smittuútbrot higartil. 250 milliónir eru 18 prosent av íbúgvaratalinum í Kina, - har búgva 1,4 milliardir fólk.

Sambært miðlunum Bloomberg News og Financial Times, eru 37 milliónir fólk smittað við koronu bara hesa vikuna. Almenna talið er tó einans 3.049.

Fyrst í desember avgjørdi kinesiska stýrið at linka stongu koronuavmarkingarnar, sum hava verið galdandi fyri landið í sløk trý ár. Kinsesiskir heilsumyndugleikar hava mett, at umleið 800 milliónir íbúgvar eru í vanda fyri at verða smittaðir við koronu, nú slakað verður í koronuavmarkingunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109