Trump hevði týðandi leiklut í álopinum 6. januar á kongressina

Trump hevði týðandi leiklut í álopinum 6. januar á kongressina
 
23.12.2022 - 09:09

Eingin av hendingunum 6.januar hevði verið uttan fyrrverandi forsetan Donald Trump. Tað staðfestur endaliga frágreiðingin um álopið á kongressina, skrivar AP. Kongress-nevndin, sum hevur skrivað frágreiðingina, hevur kannað, hvønn leiklut Trump hevði undir álopinum.

- Høvuðsorsøkin til 6.januar var ein maður, fyrrverandi forsetin Donald Trump, sum fleiri fylgdu, stendur í frágreiðingini. Uppreistrarfólkini hóttu demokratiið álvarsliga og "settu lívið hjá amerikonskum lóggevarum í vanda".

Heksajagstran

Í viðmerkingum á sosiala miðlinum Truth Social skrivar Trump eftir at frágreiðingin er almannakunngjørd, at talan er um sera einsíðuga frágreiðing og um heksajagstran, skrivar Reuters.

Sambært frágreiðingini, breyt Trump lógina tí hann gjørdi samansvørjing um at fáa broytt valúrslitið fyri forsetavalið í 2020, og fyri at ikki at royna at steðga sínum viðhaldsfólkum í at leypa á stjórnarbygningin. Fleiri fólk lótu lív undir álopinum.

Milliónir av skjølum

Frágreiðingin er 814 síður og er grundað á samrøður við meira enn 100 vitni og 10 avhoyringar, og fleiri milliónir skjøl eru kannað og eru partur av frágreiðingini. Millum vitnini eru nakrir av tættastu stuðlum hjá Trump og uppreistrarfólk, sum vóru við í álopinum.

Í kanningarnevndini í Umboðsmannatinginum eru sjey demokratar og tveir republikanarar, - republikanararnir eru Liz Cheney og Adam Kinzinger, sum bæði eru ímóti Trump.

Frágreiðingin er í átta kapitlum, og greiðir, sambært AP, í høvuðsheitinum frá somu søgu, sum kom fram undir hoyringunum í summar. 

Legði trýst á

Kanningin lýsir nógvu lutirnar í æltanini hjá Trump um at ógilda sigurin hjá Joe Biden, og hvussu hann royndi at trýsta á embætisfólk, lóggevarar og fyrrverandi varaforsetan til at bróta lógina, skrivar AP. Kanningarnevndin mælti fyrr í vikuni til at ákæra Trump. 

Amerikanska løgmálaráðið kann frítt taka støðu til, um tað fylgir tilmælinum.

Í vikuni avgjørdi ein samveldisdómstólur eisini, at ein nevnd í Umboðsmannatinginum hevur heimild til at síggja sjálvuppgávur hjá Trump, skrivar TV2.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109