- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna nú uttanhýsis fígging til golfvøll
Tórshavnar kommuna fer nú at kanna, um til ber at fáa uttanhýsis fígging til golfvøllin á Glyvursnesi.
Tað samtykti býráðið í síðstu viku.
Annars heldur verkætlanin um golfvøllin fram.
Í 2018 var mett, at golfvøllurin við níggju holum fór at kosta 28 mió. kr. Eingin nýggj kostnaðarmeting er gjørd.
Myndugleikaviðgerðin um endaligt byggiloyvi er í gongd, og tilfarið at bjóða arbeiðið út er í gerð.
Golffelagið fær seyðahús
Eisini hevur Tórshavnar kommuna nú goldið øll endurgjøld sambært sáttmálanum millum kommununa, Búnaðarstovuna og festaran um lendið á Glyvursnesi.
Kommunan fær seyðahúsið á Glyvursnesi 1.juli næsta ár. Golffelagið vil sleppa at gera húsið um til felagshús.
Samtykt er at gera sáttmála við Edwin Roald, golfvallararkitekt, um at vera ráðgevi í sambandi við fyrsta byggistig, sum nú skal bjóðast út.
Sáttmálin kostar eina millión og 180.000 kr. Næsta ár eru 2,5 mió. kr. játtaðar til golfvøllin.
Í ár er góð millión tøk til íløgur.