- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russiskt dronuálop á Kyiv

Russland skal hava skotið í minsta lagi 20 dronur, sum eru framleiddar í Iran, eftir ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv tíðliga í morgun.
Samstundis halda hørðu samanbrestirnir um býin Bakhmut fram har eysturi í landinum.
Stjórin fyri hernaðarumsitingini, Sergii Popko ,skrivar á Telegram, at 15 iranskt-framleiddar Shahed-dronur eru skotnar niður í morgun í Kyiv-luftrúmi.
Hann sigur, at tilsamans 20 dronur vóru í álopinum á býin.
Iranskt-framleiddu dronurnar vera ofta umrøddar sum kamikaze-dronur, tí tær stoytast inn í málið, í staðin fyri at skjóta vápn, og venda so aftur, skrivar NTB.
Streymurin komin aftur
Stórir partar av Ukraina hava ongan streym havt eftir russiska luftálopið fríggjamorgunin, eisini partar av høvuðsstaðnum Kyiv.
Í gjár fingu tilsamans níggju milliónir fólk streymin aftur, sigur Volodymyr Zelenskyj forseti.
- Tríggjar milliónir ukrainar aftrat hava fingið streymvetingina aftur, umframt tær seks milliónirnar í gjár, segði Zelenskyj m.a. í sjónbandaðum boðum á Telegram.
Leygarkvøldið segði Zelenskyj, at seks milliónir fólk høvdu fingið streymin aftur seinasta samdøgrið.