- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ramaphosa heldur fram sum ANC-leiðari

Cyril Ramaphosa er afturvaldur til formann fyri ANC-flokkin, African National Congress.
Tað merkir, at hann eisini verður forsetavalevni hjá flokkinum á valinum í 2024, hóast hann seinasta hálva árið fleiri ferðir er lagdur undir at hava brotið grundlógina og fyri mutur.
Ramaphosa vann á mótvalevninum, Zweli Mkhize. Ramaphosa fekk 2.476 atkvøður og Mkhize 1.897.
ANC hevur síðani apartheid-stýrið greitt verið størsti flokkur í landinum.
Muturgølur
Nelson Mandela var leingi leiðari fyri flokkin, men eftir at Mandela legði frá sær, hava fleiri leiðarar verið uppi í muturgølum.
Nýggi varaformaðurin í flokkinum er Paul Mashatile.
Sambært blaðnum Mail and Guardian, hevur Ramaphosa seinasta samdøgrið roynt at forða Mashatile at gerast varaformaður.
Forsetin skal hava ringt til tvey mótvalevni hjá Mashatile og heitt á tey um at taka seg av listanum, soleiðis atallar atkvøðurnar fara til eitt av mótvalevnunum hjá Mashatile. Men tað var av ongum.
Ramaphosa hevur ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini.