Enn ber til at innstilla til Ítróttafagnaðin

Enn ber til at innstilla til Ítróttafagnaðin
Ítróttafagnaðurin 2022, har sjóneykan verður sett á føroysk ítróttafólk, verður 4. februar 2023, og enn ber til at skjota upp fólk til tær ymsu heiðurslønirnar
Ítróttafagnaðurin 2022 verður 4. februar í Norðurlandahúsinum
Mynd: ÍSF  
 
19.12.2022 - 10:58

Árligi Ítróttafagnaðurin hjá Ítróttasambandi Føroya verður 4. februar 2023, skrivar ÍSF.

Har verða heiðurslønir lætnar teimum bestu føroysku ítróttafólkunum frá árinum frammanundan. Eisini verða fyrimyndir, felagsskapir og átøk heiðrað.

Harumframt verður heiðursskjal Poul E. Petersen latið eini eldsál, sum í eitt mannaminni hevur tænt ítróttinum á serstakan hátt.

Til ber at skjóta fólk, felagsskapir og átøk upp til tær ymsu heiðurslønirnar til 1. januar á midnátt, skrivar ÍSF.

Í ár verður ítróttafagnaðurin í Norðurlandahúsinum, og hann verður eisini vístur beinleiðis í Kringvarpi Føroya
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946