- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ukrainar fingið streymin aftur
Ukrainar fingið streymin aftur
Eftir áhaldandi russisk rakettálop á fleiri stórar býir í Ukraina síðstu dagarnar, hava seks milliónir fólk nú fingið streymin aftur.

Mynd: Sergei Supinsky/AFP
18.12.2022 - 13:56
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði í eini røðu í gjár, at tað nú er eydnast at fáa seks milliónum fólkum í landinum streymin aftur.
- Umvælingarnar halda fram, og tær hava verið í gongd uttan steðg síðani atsóknirnar í gjár, segði forsetin, ið sipaði til áhaldandi russisk rakettálop á fleiri stórar ukrainskar býir.
Millum annað hava stórir partar av høvuðsstaðnum, Kiev, verið uttan vatn og streym sum avleiðing av rakettálopunum, tí uttan streym hevur pumpuskipanin í vatnveitingini heldur ikki virkað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV