Írar nýggjan forsætisráðharra

Írar nýggjan forsætisráðharra
Leo Varadkar úr flokkinum Fine Gael er aftur forsætisráðharri í Írlandi.
 
18.12.2022 - 18:20

Tá ið Fine Gael fyri tveimum árum síðani fór í samgongu við flokkin, Fianna Fáil, varð avrátt, at flokkarnir skuldu skiftast um forsætisráðharran.

Formaðurin í Fianna Fáil, Michael Martin, skuldi verða forsætisráðharri tey bæði fyrstu árini, og síðani skuldi Leo Varadkar taka við leiðsluni av stjórnini. 

Michael Martin gerst uttanríkisráðharri og varaforsætiráðharri í tí, sum eftir er av samgonguskeiðinum. 

Báðir flokkarnir eru miðflokkar, men tó er Fine Gael, flokkurin hjá Leo Varadkar, meira høgrasinnaður enn Fianna Fáil.

Hetta er fyrstu ferð í írskari søgu, at forsætisráðharrasessurin verður býttur millum tveir floksleiðarar í einum og sama samgonguskeiði. 

Leo Varadkar var eisini forsætisráðharri í tíðarskeiðinum frá 2017 til 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109