Europe høvuðsnavn á Summarfestivalinum

Europe høvuðsnavn á Summarfestivalinum
Europe hevur júst kunngjørt á sínum Facebook-vanga, at bólkurin spælir á Summarfestivalinum næsta ár
 
16.12.2022 - 15:20

"Vinir, vit koma aftur til Føroya at framføra á Summarfestivalinum í 2023. Síggjast."

Tað skrivar heimskendi svenski rokkbólkinum Europe á sínum Facebook-vanga. 

Harvið er greitt, at Europe verður høvuðsnavn á Summarfestivalinum næsta ár. 

Europe, ið er serliga kendur fyri hittið "The Final Countdown", spældi á G! festivalinum í 2005, men nú koma teir loksins aftur til Føroya. 

Europe spælir á Summarfestivalinum fríggjakvøldið 4. august. 

 

Fleiri stór hitt

Europe hevur fleiri stór hitt, eitt nú "Carrie", "Rock The Night", "Superstitious" og "Cherokee". 

Men størsta hittið er "The Final Countdown", sum eisini er heitissangurin av gjøgnumbrotsplátuni hjá Europe frá 1986. 

Sangurin var ovast á hitlistum í yvir 25 londum, og við tíðini hevur sangurin vunnið sær støðu sum ein av stóru sangunum í rocksøguni – ein ordans rockklassikari. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Undansending: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331