Fínteljingin broytti ikki atkvøðubýtið

bannari
Fínteljingin broytti ikki atkvøðubýtið
Høgni Hoydal fekk tvær atkvøður aftrat
Atkvøður á løgtingsvalinum vóru fíntaldar mánadagin, men fínteljingin broytti ikki atkvøðubýtið millum flokkarnar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.12.2022 - 08:31

Fínteljingin eftir løgtingsvalið broytti ikki atkvøðubýtið millum flokkarnar.

Okkurt valevni misti nakrar fáar atkvøður, og okkurt fekk nakrar aftrat.

Fínteljingin var mánadagin. 

 

Tvær atkvøður aftrat

Ein broyting var, at Høgni Hoydal fekk tvær atkvøður aftrat. Hann hevur tí tríggjar atkvøður fleiri enn Bjørt Samuelsen, tá avtornar. 

Nú skulu atkvøðuseðlarnir goymast í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum í eitt ár. Síðani verða teir burturbeindir.

Klagur um løgtingsvalið skulu vera Løgtingsskrivstovuni í hendi fyri kl. 10 tann 20. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946