Stór myndareportasja: Kensluborið valkvøld

bannari
Stór myndareportasja: Kensluborið valkvøld
Endaliga úrslitið var klárt stutt áðrenn midnátt. Og tað var ein kensluborin løta, tá tað var greitt, hvør skal manna løgtingið komandi valskeið
Ein kensluborin Annika Olsen
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.12.2022 - 01:30

Tey, ið halda, at politikarar eru kensuleysir taktikarar fingu á valdegnum sjón fyri søgu um, at tað passar ikki. 

Kenslurnar sótu veruliga uttan á klæðunum hjá valevnunum, sum vóru og fylgdu og hátíðarhildu valinum í Norðurlandahúsinum. 

Meistarligi myndamaður Kringvarpsins, Bjarni Árting Rubeksen, fylgdi spennandi og uppskakandi kvøldið, ið var ein kensluligur russjibani. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Jan Arnskov er upplærdur í Kringvarpi Føroya, men nú starvast hann í Danmarks Radio, har hann er ein av mest týðandi myndamonnunum. 

Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, og frúan Katrin Apol koma til Norðurlandahúsið, sum var karmur um valkvøldið. 

Allar veljarakanningar hava givið ábendingar um tað, men í kvøld fekst so sjón fyri søgn um, at Javnaðarflokkurin hevur so dyggiliga vunnið løgtingsvalið

Takk fyri kampin. Stuðlar og oddafólkini í Javnaðarflokkinum viðurkenna góða úrslitið. 

Katrin Didriksen Apol er gift við Akseli V. Johannesen, formanni Javnaðarfloksins, og toppskorarin á løgtingsvalinum. 

Ladies in red. Javnaðarkvinnurnar Jóna Ólavsdóttir og Ingilín D. Strøm 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835