Framgongdin er lítil

bannari
Framgongdin er lítil
Demokratia hevur arbeitt hart fyri at fáa javnari kynsumboðan í tinginum, og hesaferð vóru 10 kvinnur valdar á ting.
 
09.12.2022 - 00:40

Lutfalsliga nógvar kvinnur bjóðaðu seg fram til hetta løgtingsvalið. Og tað hevur stórt virði í sær sjálvum, tí uttan sterka kvinnuumboðan á uppstillingarlistunum fáa vit 
ikki javnari umboðan, sigur Kristina Gry Berg, forkvinna í Demokratia.

Hon leggur afturat, at javnstøða kemur ikki av sær sjálvari, og at stríðið um javnari kynsumboðan í politikki krevur áræði og áhaldni. 

Demokratia fegnast um at 10 kvinnur vóru beinleiðis innvaldar á ting í ár. Í 2019 vóru bert 8 kvinnur beinleiðis innvaldar, men í 2015 vóru eisini 10 innvaldar, so framgongdin er ikki so stór, sum vit høvdu vónað. 

Hendan framgongdin - hóast hon er lítil - er úrslitið av einum felags innsatsi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (3. mars 2025)
190943
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. februar 2025)
190942
Týsdag 22. apríl
3-2 (27. januar 2025)
190941
Týsdag 22. apríl
3-2 (20. januar 2025)
190940
Týsdag 22. apríl
3-2 (10. februar 2025)
190939