Javnaðarflokkurin greiður vinnari

Javnaðarflokkurin greiður vinnari
Javnaðarflokkurin er greiður vinnari av løgtingsvalinum. Flokkurin fekk 9 tingsessir, og tað er tveir tingsessir fleiri enn seinast.
 
08.12.2022 - 23:25

Javnaðarflokkurin gjørdist stóri vinnarin til løgtingsvalið hesa ferð. Flokkurin fekk 9 tingsessir, og tað er tveir tingsessir fleiri enn seinast. 

Javnðarflokkurin er størsti flokkurin til valið við 26,6 prosent av samlaðu atkvøðunum. 

Tað stóð einki til hjá Fólkaflokkinum, sum gekk aftur og misti tveir tingsessir. Fólkaflokkurin fekk samlað sæð 18,9 prosent av atkvøðunum og er tí farin frá at vera størsti flokkur til valið í 2019 til at vera triðstørstur. 

Framsókn hevði eisini eitt gott val. Flokkurin fekk tríggjar tingsessir, og tað er ein fleiri enn til seinasta val. Samlað fekk flokkurin 7,5 prosent av atkvøðunum. 

Sjálvstýri kom ikki um tinggáttina og misti tí eina tingsessin. 

Hinir flokkarnir Sambandsflokkurin, Tjóðveldi og Miðflokkurin hava allir varðveitt sínar tingsessir. Ávikavist 7, 6 og 2 tingsessir. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946