Forsagnir: Hvussu rigga tær?

bannari
Forsagnir: Hvussu rigga tær?
Hvussu ber tað til, at greinarar í miðlunum kunnu tosa um, hvussu nógvar tinglimir ymsu flokkarnir fáa, áðrenn atkvøðurnar eru taldar upp?
Tá valstaðið lat upp í Havn í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.12.2022 - 18:30

Í valsendingini í kvøld verða forsagnir um endaliga úrslitið eisini givnar. 

Forsøgnin er ein roynd at framskriva samlaða valúrslitið fyri alt landið, grundað á tey valúrslit, sum eru til taks frá teimum mongu valstøðunum, sum upptald eru.

Tað vera teir báðir Flóvin Eidesgaard og Regin Reinert, sum fara at koma við forsagnunum í sjónvarpinum í kvøld.

 

Forsøgnin má byggja á fortreytir

Sambært teimum má ein slík framskriving av valúrsliti altíð byggja á nakrar fortreytir um, hvussu veljarar á einum valstaði atkvøða samanborið við veljarar á øðrum valstøðum.

Tað gevur ymisk úrslit, alt eftir hvussu fortreytirnar verða settar. Tað ber ikki til frammanundan at vita, hvørjar fortreytir eru mest rættar. Men gomul valúrslit verða tá brúkt til at eftirkanna settu fortreytirnar. 

 

Síggja ein tendens beinanvegin

Tá forsøgnin skal gerast, er neyðugt at hava úrslit frá valstøðum, sum eru liðugt tald.

Síðani verður hugt at broytingum í valúrslitunum í mun til undanfarin val á hesum somu valstøðum. Broytingarnar kallast tendensir. Væntað verður, at hesin tendensur er galdandi í øðrum valstøðum eisini.

So verður tendensurin lagdur inn fyri tey valstøð, sum enn ikki eru liðug upptald. Hetta gevur okkum eitt boð upp á eina forsøgn um valúrslitið á hesum valstøðum.

Og soleiðis verða atkvøður, sum eru liðugt taldar, lagdar saman við atkvøðum, sum forsøgnin sigur fara at koma, fyri at geva okkum eina forsøgn, sum er galdandi fyri alt landið. 

 

Hvussu neyvar eru forsagnirnar? 

Á valdegnum í dag verða sokallaðir "exitpolls" framleiddir, eisini róptir eftirvalskanningar. Í einari eftirvalskanning verða fólk spurd, hvønn tey hava valt, eftir tey hava sett krossin. Sostatt kunnu tey heldur ikki broyta meining, sum tey til dømis kunnu eftir eina veljarakanning. 

So hvørt sum valstøðini verða tald upp, verður ein nýggj forsøgn roknað. Og hendan nýggja forsøgnin verður tá roknað saman við úrslitinum frá fyrrverandi eftirvalskanningum.

So hvørt sum valstøð í ymsum økjum hava talt upp, verða svarini í eftirvalskanningini frá teimum somu økjunum koyrd úr. Sum kvøldið líður, roknar mann tí meiri og meiri út frá forsagnum og minni út frá eftirvalskanningum.

 

Stór óvissa at byrja við

Óvissan í forsøgnum er tí eisini stór, tá fá valstøð eru tald upp. Men tá vit eisini hava eftirvalskanningar at krøkja í, rakar úrslitið betur endaliga valúrslitið.

Vónandi verður samlaði feilurin í eftirvalskanningini - tað vil siga frávik millum eftirvalskanning og valúrslit samanlagt fyri allar flokkar - ikki størri enn 6 prosentstig.

Tað ber illa til at seta tal á, hvussu neyvar forsagnirnar vera, men tær gerast neyvari so hvørt, sum fleiri valstøð eru liðug at telja.

Samansetingin av eftirvalskanning og forsøgn eigur at geva eitt úrslit, sum helst rakar betur enn um tú einans gert eftirvalskanningar og eisini betur enn einans at brúka forsagnir. Og tí verður ein samanseting brúkt til forsagnirnar í kvøld.

 

Raðfylgjan  

Eitt, sum kann ávirka og geva skeiva fatan av tendensum, er, at raðfylgjan valstøðini koma inn, hevur ávirkan á, hvørjir tendensir fylla mest í byrjanini.

Forsagnirnar, sum vit gera, eru ein roynd at máta tendensirnar so neyvt sum gjørligt, og at seta hesar upp á ein skipaðan hátt. Úrslitið er eitt væl grundað boð upp á endaliga valúrslitið, sum millum annað ikki letur seg ávirka av tí raðfylgjuni, tá valstøð eru liðug at telja.

Fyrsta forsøgnin verður væntandi klár, so skjótt fyrsta valstaðið er liðugt talt. Hetta plagar at vera umleið klokkan 20.20. Men tá er øgiliga stór óvissa í forsøgnini.

Í samansetingini av eftirvalskanning og forsøgn, sum vit gera, fyllir eftirvalskanningin tað mesta í byrjanini. Tí broytist úrslitið ikki tað stóra, hóast óvissan í sjálvari forsøgnini er stór. 

 

DR roknaði skeivt

Til fólkatingsvalið í november høvdu donsku rásirnar DR1 og TV2 hvør sína eftirvalskanning og hvør sína forsøgn. Í báðum førum var ein samanseting av hesum brúkt í byrjanini. Men her vístu rásirnar kortini ymsar forsagnir. 

Hetta var við til at geva ein øgiligan spenning. Tí eisini móti endanum, tá næstan alt var liðugt upptalt, var framvegis ein tingsessur á muni, sum kundi gera av, hvør vongur fekk meiriluta.

Tað vísti seg, at útroknignin, sum DR1 brúkti, var skeiv - og eisini almenna úrslitamóttøkan hjá Danmarks Statistik hevði gjørt sama mistakið.

Hetta var, tí DR hevði gloymt at leggja upp fyri einari reglu í donsku vallógini, sum ikki hevur verið brúkt síðani 1953. Við øðrum orðum var ein millumrokning lopin um. 

 

Valkvøld í Kringvarpinum

Sjónvarpið byrjar at senda klokkan 19 í kvøld.

Eisini verður valkvøld í útvarpinum, har byrjað verður at senda eftir tíðindini kl. 18. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981