Løgmaður skal hava nýggjan samskiftisráðgeva

Løgmaður skal hava nýggjan samskiftisráðgeva
Freistin at søkja starvið er til 2.januar á middegi
Samskiftisráðgevin skal skriva røður, talubitar og frágreiðingar og umseta hugskot og hugsjónir hjá løgmanni til røður og talubitar. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.12.2022 - 08:41

Løgmansskrivstovan søkir nú eftir fólki at hjálpa komandi løgmanni.

Hon lýsir leyst eitt samskiftisstarv, sum skal setast 1.mars næsta ár. 

Freistin at søkja starvið er til 2.januar á middegi. 

Tey, sum søkja, skulu duga væl at skriva og fáa ein boðskap greitt út.

Tey skulu duga at seta fangandi orð á eitt stórt og torført politiskt mál og eina lítla runda føðingardagsheilsan.

Samskiftisráðgevin skal skriva røður, talubitar og frágreiðingar og umseta hugskot og hugsjónir hjá løgmanni til røður og talubitar. 

Hann skal hjálpa við øðrum samskiftismálum, til dømis røkja heimasíðu, innannet og sosialar miðlar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151