- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ellemann viðurkennir: Samgonga við sosialdemokratarnar er lyftisbrot

Formaðurin í danska Vinstraflokkinum viðurkennir nú, at fer flokkurin í samgongu við sosialdemokratarnar, er tað eitt lyftisbrot.
Tað sigur Jakob Ellemann-Jensen, floksformaður, í samrøðu við TV2, hví Vinstri framvegis tingast við Mette Frederiksen um samgongu.
Konservativi flokkurin tók seg úr stjórnarsamráðingunum við sosialdemokratarnar um vikuskiftið.
Í valstríðnum upp undir fólkatingsvalið gjørdi Jakob Ellemann-Jensen fleiri ferðir greitt, at hann undir ongum umstøðum fór í samgongu við Mette Frederiksen.
Bleiv ikki forsætisráðharri
- Sjálvandi er tað eitt lyftisbrot. Eg fór til val fyri at gerast forsætisráðharri, men tað bleiv eg ikki. Tað noyðist eg at viðganga. Tað kann eg argast um, men eg kann eisini velja at siga, at nú royni eg at fáa tað besta burtur úr teimum sessum, sum Vinstriflokkurin fekk á valinum, sigur Jakob Ellemann við TV2.
Hann sigur, at Vinstri og sosialdemokratarnir eru "í holt við okkurt, sum er rætt," sum hann málber seg. Og líkt er til, at flokkarnir kunnu nærkast í ávísum málum, sigur hann.
Enn eru ikki allar súðir syftir, sigur Jakob Ellemann-Jensen.
Og hann eggur aftrat, at tað er "nakað heilt serligt," um tað eydnast báðum flokkunum at skipa stjórn.