Valtiltak á enskum fyri útlendingar

bannari
Valtiltak á enskum fyri útlendingar
Síðani seinasta løgtingsval eru fleiri enn 500 tilflytarar komnir aftrat til Føroya
Valtiltakið verður á Reinsarínum í Havn í kvøld klokkan 19.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
30.11.2022 - 14:55

Í kvøld klokkan 19 verður skipað fyri valtiltaki á enskum á Reinsarínum í Havn.

Tiltakið er serliga ætlað teimum, sum ikki skilja føroyskt.

Flokkarnir, sum stlla upp til løgtingsvalið, fara at greiða frá sínum sjónarmiðum og valskránni. Og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, greiðir frá politisku skipanini í Føroyum. 

Eisini verður pallborðsfundur, m.a. um undirvísing í føroyskum

 

500 tilflytarar

Síðani seinasta løgtingsval eru fleiri enn 500 tilflytarar komnir aftrat til Føroya, og fleiri enn 400 fólk arbeiða nú eftir fast track-skipanini. 

Í vár var uppskot um integratiónslóg sent til hoyringar, men tað kom ikki í tingið, áðrenn valið var útskrivað, og í hesum árinum hava Føroyar á fyrsta sinni formliga tikið ímóti flóttafólki.

Útlendingastovan, integratiónssamskiparin í Tórshavnar kommunu og Amnesty International Føroyar skipa fyri tiltakinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (3. mars 2025)
190943
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. februar 2025)
190942
Týsdag 22. apríl
3-2 (27. januar 2025)
190941
Týsdag 22. apríl
3-2 (20. januar 2025)
190940
Týsdag 22. apríl
3-2 (10. februar 2025)
190939