Sparikassastjóri ávarar: Ein annar veruleiki bíðar eftir valið

bannari
Sparikassastjóri ávarar: Ein annar veruleiki bíðar eftir valið
Stjórin í Suðuroyar sparikassa sigur, at avleiðingarnar av mongu vallyftunum kunnu skjótt gerast neiligar fyri samfelagið
Søren Bruun er stjóri í Suðuroyar sparikassa.
 
30.11.2022 - 10:14

- Valstríðið í Føroyum gongur við fullari ferð, men eg sakni, at bæði teir spírandi og teir meira royndu politikararnar halda seg til tann veruleika, at renturnar hækka, og at inflatiónin er søguliga stór.

Tað skrivar stjórin í Suðuroyar sparikassa, Søren Bruun, á sínum Facebook-vanga.

- Avleiðingarnar kunnu skjótt gerast neiligar fyri samfelagið, men svarini hjá politikarunum eru hjálparpakkar, fleiri íløgur, meira forbrúk og størri eftirspurningur. Bankarnir gera seg til reiðar til harðar samrøður við viðskiftafólkini, meðan politisku lyftini flúgva til høgru og vinstru.

- Eg stúri fyri, at tað bíðar ein annar veruleiki eftir valið 8. desember, skrivar Søren Bruun.

Hoyr samrøðu við stjóran í Suðuroyar sparikassa í útvarpstíðindunum: 

 

30112022_Soren_Bruun


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226