- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ørvur vann mest á heimavølli
Hans Petur Højgaard, Sólgerð Henriksen, Jóannes Poulsen og Rakul Dam skutu best, tá bogaskjótikapping á 18 metra frástøðu var í Løkshøll sunnudagin.
Fýra menn kappaðust í recurve við monnum. Hans Petur Højgaard úr Ørvi og Hans Bogi Ellefsen úr Vágaskoti vunnu seg í finaluna, og har var maðurin í Ørvi hvassari og vann 6-2.
Í recurve við kvinnum vóru eisini fýra skjúttar. Roynda Sólgerð Henriksen úr Vágaskotið vann 6-4 í hálvfinaluni á liðfelaganum, Tóru Dinnu Reynskor, meðan Jastrid M. Jensen úr Tambar vann 7-3 á Rebekku L. Olsen, eisini úr Tambar.
Í finaluni vísti Sólgerð Henriksen onga náði og vann 6-0.
Í compound við monnum vunnu Nikkel Petersen og Jóannes Poulsen úr Ørvi seg í finaluna. Nikkel (145) fekk meir stig enn Jóannes (144) í hálvfinaluni, men Jóannes Poulsen lyfti stigið í finaluni, og skeyt seg til gullið við 148 stigum ímóti 139.
Í compound við kvinnum vóru bert tveir skjúttar. Rakul Dam úr Tambar vann 126-107 á Helenu við Misá úr Ørvi.