Fleiri vilja sleppa at bora jarðhitahol

Fleiri vilja sleppa at bora jarðhitahol
Nú ber til at fáa allar førleikar í at bora jarðhitahol í Føroyum
Umhvørvisstovan góðkennir brunnborarar, og góðkenningin er í fyrstu syftu galdandi í trý ár.
 
21.11.2022 - 08:32

Í løtuni eru tveir veitarar í Føroyum, sum bora jarðhitahol.

Men fleiri hava áhuga fyri at útvega sær neyðugu førleikarnar og loyvini fyri at gerast veitari.

Tað sigur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið við Fíggjarnevndina hjá løgtinginum.

Ráðið biður í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2023 um 1,8 mió. kr. í stuðli til teirra, sum útvega nýggja vitan um orkumøguleikar úr undirgrundini.

Nú ber til at fáa allar førleikar í at bora jarðhitahol í Føroyum. Higartil hevur skeiðið verið í Svøríki. 

 

Galdandi í trý ár

Umhvørvisstovan góðkennir brunnborarar.

Góðkenningin er galdandi í trý ár, men kann endurnýggjast eftir umsókn.

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið sigur, at dømi eru um, at tvey sethús eru saman um eitt borihol. 

Dømi eru eisini um, at nógvar íbúðir brúka sama borihol.

Aðrar loysnir eru eisini, so sum nærhitaskipanin í Leirvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114