Lívlangt fongsul fyri at hava skotið flogfar niður

Lívlangt fongsul fyri at hava skotið flogfar niður
Øll 298 fólkini, sum vóru við malaysiska flogfarinum, doyðu, tá tað var skotið niður í 2014
Øll fólkini, sum vóru við flogfarinum, lótu lív. Nú er dómur fallin í málinum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.11.2022 - 15:25

Ein hollendskur dómstólur hevur dømt tríggjar menn sekar í ákæruni um at hava skotið eitt malaysiskt ferðafólkaflogfar niður í 2014 við eini rakett, sum var gjørd í Russlandi, skrivar Reuters.

Talan er um tveir russar og ein ukraina.

298 ferðafólk vóru við flogfarinum hjá Malaysia Airlines, sum datt niður nærindis býnum Torez í Donetsk-landspartinum.

Øll lótu lív.

Báðir russararnir og ukrainin eru dømdir lívlanga fongsulsrevsing. Teir skulu eisini rinda í minsta lagi 16 milliónir evrur í endurgjaldi.

Ein fjórði russi, sum eisini var ákærdur í málinum, er fríkendur. Hann noktaði seg sekan.

Eitt talsfólk fyri russiska uttanríkisráðið sigur, at tey fara nú at kanna dómin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114