Trump roynir at forða fyri at onnur stilla upp

Trump roynir at forða fyri at onnur stilla upp
Fyrrverandi amerikanski forsetin hevur longu boðað frá, at hann stillar uppaftur til forsetavalið í 2024
Donald Trump boðaði í nátt frá, at hann stillar uppaftur til forsetavalið í USA í 2024.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.11.2022 - 15:38

- At Donald Trump nú boðar frá, at hann stillar uppaftur til amerikanska forsetavalið í 2024, er ein roynd at byrgja fyri, at onnur republikansk valevni eisini fara at royna seg.

Tað sigur tíðindamaðurin hjá TV2 í USA, Jesper Steinmetz.

- Hann roynir at seta seg á flokkin og tryggja sína støðu sum valevni hjá republikanarunum, sigur hann.

Donald Trump ger eisini vart við sína støðu mótvegis floksfelaganum, Ron DeSantis, sum er guvernørur í Florida.

 

Hevur góðan møguleika

DeSantis fekk eitt gott úrslit á miðvalinum herfyri, og hann verður hildin at hava góðan møguleika at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum. 

Jesper Steinmetz heldur, at tað er vágið av Trump at boða frá síni ætlan so tíðliga, tí aðrir republikanarar fara neyvan at boða frá síni avgerð fyrr enn í vár ella í summar, og tá er vandi fyri, at Trump ikki fær so stórt uppmerksemi.

Donald Trump var forseti í USA frá 2017 til 2021.

Hann tapti forsetavalið til demokratin, Joe Biden, í 2020, men Trump hevur ongan góðtikið ósigurin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114