Talan var um ukrainska loftverjurakett

Talan var um ukrainska loftverjurakett
Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari, sigur, at Russland hevur kortini ábyrgdina, tí Russland roynir at jarðleggja Ukraina við rakettum
Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari, sigur, at hóast talan var um ein ukrainska rakett, sum fór um markið, hevur Russland ábyrgdina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.11.2022 - 13:34

Rakettin, sum í gjár rakti ein pólskan bý nærindis ukrainska markinum og drap tvey fólk, var ein ukrainsk loftverjurakett.

Tað sigur amerikanski forsetin, Joe Biden, seg hava fingið at vita frá NATO, skrivar Reuters.

Belgiska uttanríkisráðið er komið við somu boðum.

 

Kanna málið

NATO hevði fund fyrrapartin, og eftir fundin segði Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari, at málið verður framvegis kannað, men eingi tekin eru um, at talan var um eina russiska rakett, sum rakti Pólland.

Helst var talan um eina loftverjurakett hjá ukrainska herinum, sum fór av kós, og endaði pólskumegin markið. 

Men ábyrgdin fyri tað er framvegis í Russlandi, tí Russland áhaldandi roynir at jarðleggja Ukraina við rakettum, segði Jens Stoltenberg.

Tí er ikki væntandi, at NATO fer at taka nøkur stig, sigur lektarin í danska verjuakademinum, Claus Mathiesen:

 

16112022_Claus_til_net

 


Rakettin, sum endaði pólskumegin markið, var eftir øllum at døma ein ukrainsk rakett. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Nógvar russiskar rakettir raktu mál í Ukraina í gjár, og tær gjørdu stóran skaða á undirstøðukervið.

Russiska verjumálaráðið sigur í dag, at russiska rakettin, sum var næst Póllandi í gjár, var 35 kilometrar frá pólska markinum.

Polski forsetin, Duda, sigur eisini, at rakettin sum rakti Pólland, ikki kom úr Russlandi.

Aftur í dag ljóða loftávaringar um alt Ukraina, har boðað verður frá álopum á landið, skrivar AFP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114