Fólkatalið fer upp um átta milliardir

Fólkatalið fer upp um átta milliardir
Størsti fólkavøksturin er í Karibia, Latínamerika og í londunum sunnan fyri Sahara
Hóast fólkatalið í heiminum er nógv vaksið, er tamarhald á støðuni, sigur fólkatalsfrøðingur. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
15.11.2022 - 09:43

Í dag fer fólkatalið í heiminum upp um átta milliardir fólk, vísir framskriving hjá ST.

Hóast tað kann tykjast nógv, so er tamarhald á fólkavøkstrinum, sigur Ilya Kasnitsky, professari í fólkatalsfrøði á Syddansk Universitet.

- Trupulleikin er, hvussu vit sum menniskju njóta, og hvussu vit fara við umhvørvinum, sigur hon við Ritzau.

Framskrivingin hjá ST vísir til serliga stóran fólkavøkstur í Karibia, Latínamerika og í londunum sunnan fyri Sahara.

 

Í arbeiðsførum aldri

Orsøkin er, sambært Ritzau, at stórur partur av fólkinum har er í arbeiðsførum aldri. Eydnast londunum at brúka tað, sum er til taks, so kunnu milliardir av fólkum gerast ríkari og brúka meir.

Í 2050 verður mett, at fólkatalið fer upp um 9,7 milliardir, og at fólkatalið í 2080 verður støðugari við umleið 10,4 milliardum fólkum.

Ortsøkin til, at fólkavøksturin ikki verður so stórur í framtíðini, er, at samstundis sum fólk fáa tað betur, fara tey eisini at fáa færri børn, vísir metingin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114